Meginfelag Norrønu Felaganna

Meginfelag Norrønu Felaganna (FNF) samskipar samstarvið millum Norrøna Feløgini í teimum 5 londunum og í teimum 3 sjálvstýrandi økjunum.
 
Norrøna feløgini arbeiða fyri øktum samstarvi innan:
 

-           Arbeiðs- og vinnulív

-           Mentan

-           Útbúgving

-           Umhvørvi

-           Fjølmiðlar

 

FNF hevur ábyrgdina av at samskipa og stuðla hesum arbeiði.
 
  
Vitan, vinalag og samstarv:

 

Norðurlond skulu mennast til eitt møguleikanna økið gjøgnum vitan, vinalag og samstarv.

Tískil er høvuðsendamálið hjá FNF, at økja vitanina um tungumál, mentan, søgu og samfelagslív hjá hinum norðurlendsku londunum. Vit taka stig til at skapa økt samstarv í Norðurlondum og Evropa og í einum størri altjóða høpi.
 
Heimasíða Meginfelag Norrønu felaganna: www.fnfnorden.org