Stargate: ein jólasøga

 

"-Lurta nú, segði Tummas. Fólk keypa jólatrø, ikki so. Men hvat er tað í grundini, tey keypa?"

 

Tað nærkast jólum í oslobýarpartinum Tøyen. Vit fylgja Ronju og stórusystrini Melissu, sum vóna, at tað verða hvít jól í dupultari merking. Tá tað ikki eydnast pápanum at varðveita arbeiðið sum seljari á einum jólatræsmarknaði, og hann byrjar at sita á vertshúsinum Stargate, noyðast systrarnir at taka um endan. Fyrst er tað Melissa, sum fer at selja jólatrø í hansara stað, men so við og við verður eisini Ronja drigin inn sum sølufólk. Rithøvundurin Ingvild H. Rishøi, sum hevur fingið nógvar virðislønir, blandar nútímans gerandisrealismu við tilvísingum til tær klassisku norðurlendsku søgurnar. Í Stargate lýsir hon eina jólasøgu úr barnsins sjónarhorni um vón, svik og dreymar.

 Stargate

Ársins uppskot til upplestur verður lagt her á síðuna frá 1. november og fevnir um:

s. 55-64 (svensk)

s. 59-67 (norskt)

s. 53-62 (danskt)

 

Error loading MacroEngine script (file: headerScript.cshtml)