Temað fyri norðurlendsku bókmentavikuna 2026 er Demokrati í Norðurlondum. Við einari heimsstøðu og einum tíðindameldri, sum eru merkt av kríggi, politiskum ófriði, polarisering og sensuri, hava vit valt eitt tema, sum virkar fyri frælsi, javnstøðu og rættvísi.


Demokrati kemur úr grikskum og merkir fólkaræði. Í demokratiskum londum er fólkið við til at ávirka og taka avgerðir ígjøgnum sín atkvøðurætt. Eitt fólkaræði snýr seg eisini um, at demokratisk rættindi skulu virðast. Demokratisk rættindi eru m.a. talufrælsi, átrúnaðar- og lívsáskoðanarfrælsi og javnstøða. Norðurlond eru heimsins mest demokratisku lond. Vit verða vard av lógini og hava álit á hvønn annan og á tey, sum ráða. Vit kunnu velja, um vit vilja trúgva ella ei, og um vit ynskja at ganga í kirkju, synagogu, mosku ella templi. Vit kunnu siga okkara meiningar hart, og vit kunnu lesa tær bøkurnar, vit vilja. Tað skulu vit ikki taka fyri givið.

Í norðurlendsku bókmentavikuni fara vit at granska norðurlendska fólkaræðið gjøgnum bókmentir, sum á ymsan hátt viðgera fólkaræðið. Bøkurnar lýsa, hvat er upp á spæl, og vísa á týdningin, sum samrøður og tolsemi í einum fjølbroyttum samfelagi hava, har tað skal vera rúm fyri øllum. Vit vóna, at ársins bókmentavika kann vera ein pallur til kjak og prát um, hvussu vit í felag kunnu ansa eftir og styrkja norðurlendska fólkaræðið.