Sólarris fyri børn

Ársins upplestrarbók til Sólarris, lesiløtan fyri børn, er myndabókin Hvør ræður? (2023). Skrivað hevur danski Jesper Wung-Sung og myndprýtt hevur finska Jenny Lucander. 

Sólarris fyri ung

Ársins bók til Sólarris Ung, lesiløtan fyri ung, er finsk-norska skaldsøgan Kepler 62: Innbjóðingin (2015) eftir Timo Parvela, Bjørn Sortland og Pasi Pitkänen (myndprýðari)

Skýming

Ársins upplestrarbók til Skýmingarløtuna er svenska skaldsøgan Tey fara at drukna í sínum móðurtárum (De kommer att drunkna i sina mödrars tårar) (2017) eftir Johannes Anyuru.