Ársins upplestrarbók til Skýmingarløtuna er svenska skaldsøgan Tey fara at drukna í sínum móðurtárum (De kommer att drukna i sine mödrars tårar) (2017) eftir Johannes Anyuru.


De kommer att drunkna i sina mödrars tårar er ein framtíðarskaldsøga, sum lýsir, hvussu eitt demokratiskt samfelag sum Svøríki kann enda, um mann ikki verjir um síni demokratisku virði. Til ein fyrilestur við einum umstríddum keiputeknara verður ein yvirgangsatsókn framd í einum bókahandli. Hendingin verður filmað og stroymd. Gentan, sum filmar yvirgangsatsóknina, verður seinni innløgd á einari rættarpsykiatriskari sjúkuklinikk. Her setur hon seg í samband við ein rithøvund, sum hon vil deila sína søgu við. Hon greiðir frá, at hon kemur frá einum framtíðarligum Svøríki, sum er syndrað. Hennara søga fær rithøvundin at grunda yvir sítt egna lív, tilknýti og samfelagið, vit liva í. Skaldsøgan lýsir avleiðingarnar av misáliti og útihýsing, samstundis sum hon tematiserar vón, frælsi og maktina, sum liggur í málinum.


Upprunaforlag: Svenske Norstedts

Ársins uppskot til upplestur verður lagt her á síðuna frá 19. oktober.