Ársins upplestrarbók til Sólarris, lesiløtan fyri børn, er myndabókin Hvør ræður? (2023). Skrivað hevur danski Jesper Wung-Sung og myndprýtt hevur finska Jenny Lucander. Málbólkur: 3-6 ár.


Hvør ræður? er ein heimspekilig og humoristisk myndabók, har vit møta einum forvitnum barni og pápa hansara. Meðan teir ganga fram við strondini og gjøgnum býin, spyr barnið, um tað er hann, sum ræður yvir aldunum, ferðslureglunum, spæliplássinum og sínum frøknum. Barnið skilur, at tað er lítið, sum bæði hann og pápin sjálvir ráða yvir, men at tað er týdningarmikið at minnast frælsið, ein hevur at kunna velja sjokulátuís fram sum aðrar ísar og á møguleikan at kunna blunda og lurta eftir havinum í frið og náðum. 

Upprunaforlag: Danske Gyldendal