Ársins bók til Sólarris Ung, lesiløtan fyri ung, er finsk-norska skaldsøgan Kepler 62: Innbjóðingin (2015) eftir Timo Parvela, Bjørn Sortland og Pasi Pitkänen (myndprýðari)
Kepler62: Innbjóðingin er ein spenningsskaldsøga fyri ung frá umleið 9 árum og er tann fyrsta bókin í Kepler62-røðini. Jørðin er ovfólkað, og heimsins tilfeingið er við at vera uppi. Gjøgnum spælið Kepler62 sendir ein loyniligur felagsskapur børn og ung til gongustjørnuna við sama navninum, Kepler62, fyri at finna útav, um fólk kunnu búleikast her (og møguliga blíva eitt eydnusamari stað enn nakra aðrastaðni?). Í bókini møta vit brøðrunum Ara og Jóna, sum royna at vinna spælið, so teir kunnu verða valdir til ta vandamiklu ferðina. Bókin viðger evni sum dirvi, samanhald, og hvussu vit saman standa sterkast.
Upprunaforlag: Finske Bonnier, WSOY