Norðurlendsk bókmentavika - frá stórætlaðum hugskotum til fastan sið

Norðurlendsk bókmentavika, ið hevur verið ein mentanarverkætlan í meiri enn 20 ár, hevur havt til endamáls at breiða út lesihug, bókmentir og norðurlendskt frásøgukynstur yvir um landamørk. Tað, sum í 1995 byrjaði sum eitt stórætlað hugskot, hevur, sum árini eru liðin, vaksið seg til eitt afturvendandi tiltak, har umleið 165 000 ung og vaksin hava tikið lut.

Ein visión um at styrkja tann norðurlendska siðin at siga frá søgum

Í august í 1995 skipaði tann tá nýstovnaði felagsskapurin Föreningen för Nordiska bibliotek fyri einum hugskotsseminarium í Keypmannahavn. Seminariið endaði við einum fundi, har luttakararnir samdust um at arbeiða víðari við hugskotinum um eina felags manifestatión fyri bókasøvn. Ynski var at varpa ljós á norðurlendska siðin um at siga frá søgum og at breiða út norðurlendskar bókmentir í øllum Norðurlondum. Föreningen för Nordiska bibliotek og Föreningarna Norden hittust tí í 1995 og skipaðu ein felags arbeiðsbólk, sum helt fram við ætlanini. Upprunaliga hugskotið, sum verkætlanin byggir á, er tað sama í dag sum í 1995; tá tað er sum myrkast her norðuri hjá okkum, tendra vit kertuljós og savnast fyri at lesa og lýða á søgur úr bókmentunum.

Orðið í Norðurlondum

1997 varð Norður-lendsk bókmentavika hildin fyri fyrstu ferð, tá undir navninum "Norðurlendsk bókasavnsvika og við søguevninum "Orðið í Norðurlondum". Í dag umsitur Föreninga Nordens Forbund Norðurlendsku bókmentavikuna við fíggjarligum stuðuli frá Norðurlendska ráðharraráðnum. Á hvørjum ári fær verkætlanin holla ráðgeving frá samskipanarbólkinum fyri bókmentavikuna. Í samskipanarbólkinum sita umboð úr øllum teimum norðurlendsku londunum og sjálvstýrandi økjunum. Samskipanarbólkurin hevur stóra ávirkan á valið av søguevninum og bøkurnar til upplesturin.

Upplestur fyri børn og ung í Sólarrisi

Tey fyrstu árini, tá Norðurlendsk bókmentavika varð hildin, og tá undir navninum Norðurlendsk bókasavnsvika, var hon mest ætlað vaksnum. Men í 1999 var søgan um Emil í Lønnibergi vald til upplesturin, og verkætlanin varð víðkað til eisini av fevna um børn. Síðani tá er luttakaratalið millum børn og ung økt fyri hvørt ár, og í dag eru flestu skrásettu stovnarnir til Norðurlendsku bókmentavikuna skúlar.

Norðurlendska bókmentavikan røkkur um enn fleiri landamørk

Síðani Norðurlendsk bókmentavika fyri fyrstu ferð varð hildin í 1997, hevur verkætlanin breitt seg út um norðurlendsku landamørkini. Í Baltalondum er tiltakið sera vælumtókt, og í 2016 høvdu meiri enn 1000 skúlar og bókasøvn úr teimum trimum londunum skrásett seg til at taka lut.

Í 2016 helt Norðurlendsk bókmentavika 20- ára dag sín við søguevninum "Framtíðin í Norðurlondum". Norðurlendska bókmentavikan fegnast um at kunna líta aftur á nógv góð ár við upplestri og arbeiðir framhaldandi fyri at verkætlanin skal kunna gleða enn fleiri børn og vaksin, ið hava áhuga fyri góðum bókum. Seinastu árini hava alt fleiri dagstovnar teknað seg til Norðurlendsku bókmentavikuna, og vit arbeiða framhaldandi fyri, at sjálvt tey smæstu skulu kunna fáa lut í upplestrinum. Í 2016 hevði Norðurlendsk bókamentavika yvir 2000 stovnar tilmeldaðar við umleið 165 000 luttakarum tilsamans. Stóra undirtøkan vísir at upprunaliga hugskotið frá 1995 enn er aktuelt, og at upplestur er vælumtóktur millum børn og vaksin.

Tema og bøkur frá undanfarnum árum

Ár Tema Upplestrarbøkurnar Listafólk
2025 Samheldni á Norðurlondum


Ein hundur, ein ketta og ein mús
af Bárður Oskarsson (fo)
Andvake af Jon Fosse (no)

Anne Vad (dk)
2024 Frælsi í Norðurlondum


Eldgos
eftir Rán Flygering (is)
Skugga-Baldur eftir Sjón (is)

Guðmundur Thorsteinsson (is)
2023 Jól í Norðurlondum

Stargate: ein jólasøga eftir Ingvild H. Rishøi (no)
Tá ið emil helt ta stóru veitsluna og fangaði grussuna í veiðigrøvini eftir Astrid Lindgren (sv)

Miie Mommine Kahl (Sydslesvig)
2022 Náttúran í Norðurlondum

 

Gleðiboðskapur állana  eftir Patrik Svensson (se)
Myndabókin Møtir tú eini bjørn  eftir Malin Kivelä & Martin Glaz Serup (da/fi))

Nikolai Astrup (no)
2021 Dreymar og longsil í Norðurlondum

 

Perlufiskarin eftir Karin Erlandsson (ax)
Katrina eftir Sally Salminen (ax)

Nikita Englund (se)
2020 Norðurlond í heiminum


Alle sammen teller eftir Astrid Lindgren (no)
Mördarens apa eftir Jacob Wegelius (se
Ar eftir Auður Ava Ólafsdóttir (is)

 

Anni Wiklund  (ax)
2019 Hátíðarhald í Norðurlondum


Pippi heldur føðingardag eftir Astrid Lindgren (se)
Heimurin hjá Suffíu eftir Jostein Gaarder (no)
Gestaboð Babettu eftir Karen Blixen (dk)

 

Bárður Oskarsson (fo)
2018 Hetjur í Norðurlondum

 

Handbók fyri superhetjur eftir Elias og Agnes Våhlund (sv)
Tey, sum ikki eru til eftir Simon Stranger (no)
Íslendskir kongar eftir Einar Már Guðmundsson (is)

Rán Flygenring (is)
2017 Oyggjar í Norðurlondum

 

Skattkammarön eftir Mauri Kunnas (fi)
Maresi eftir Mariu Turtschaninoff (fi)
Is eftir Ullu-Lenu Lundberg (fi)

Regina Lukk-Toompere (ee)
2016 Framtiðin í Norðurlondum

 

Summarið hjá Garmann eftir Stian Hole (no)
Allatta!2040 eftir 10 ungar grønlendskar rithøvundar (gl)
Kildens vokter eftir Emmi Itäranta (fi)

 

Ville Tietäväinen (fi)
2015 Vinalag í Norðurlondum

 

Íslendingasøgur (Egils søga) (is)
Skriva í sandin eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs (fo)
Våffelhjärtat eftir Mariu Parr (no)

 

Sara Lundberg (se)
2014 Trøll í Norðurlondum

 

Stallo eftir Stefan Spjut (se)
Pápin og havið eftir Tove Janson (fi)
Klandursskrímsl eftir Kalla Guettler (se), Rakel Helmsdal (fo), Auði Jónsdóttir (is)

 

Brian Pilkington (is)
2013 Vetur í Norðurlondum

 

Is-slottet eftir Tarjei Vesaas (no)
Sila, ett äventyr om klimatförändringar eftir Lenu Hansen
Vinter hos Plupp eftir Ingu Borg (se)

Esben Hanefelt Kristensen (dk)
2012 Margfeldni í Norðurlondum

 

Hallonbåtsflyktingen  eftir Miika Nousiainen (fi)
Jag är Zlatan Ibrahimovic eftir Zlatan Ibrahimovic (se)
Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum eftir Thorbjørn Egner (no)

 

Henrik Dresher (dk)
2011 Humor í Norðurlondum

 

"Gamle Beowulfkvadet" eftir Ukjent
Popptónleikur úr Vittula eftir Mikael Niemi (fi)
Mustafas kiosk eftir Jakob Martin Strid (dk) 

 

Lars Tothammer (no)
2010 Det magiska Norden

 

Berättelsen eftir Andri Snær Magnasson (is)
Dóttir Skammarans eftir Lenu Kaaberbøls (dk)
Låt den rätte komma in eftir John Ajvide Lindqvist (se)

 

Sól Hrafnsdóttir (is) 
2009

Krígg og friður í Norðurlondum

 

Fänrik Ståls sägner eftir Johan Ludvig Runeberg (fi)
Brøðurnir Leyvuhjarta eftir Astrid Lindgren (se)
Alfons och soldatpappan eftir Gunillu Bergström (se)

 

Mone Rönningen (se)
2008 Alskur til Norðurlond

 

Kärlek till Norden eftir Eevu Kilpi (fi)
Gandakellingin Flumbra eftir Guðrúna Helgadóttirs (is)

(se) Ann-Helén Laestadius: SMS från Soppero
(dk) Manu Sareen: Iqbhal Farooq og den sorte pjerrot
(no) Klaus Hagerup: Høyere enn himmelen
(fi) Virpi Saarinen: Jäälinnun sulka
(is) Yrsa Sigurðardóttir: Þar lágu Danir í því
(gl) Johanne Platous: Kalaaq og hans venner
(fo) Ólavur Michelsen: Rossini á Skoradali
(sa): Risten Sokki: Mu ártegis eallin / Mitt rare liv

 

Aka Hoegh (gl)
2007 Kvinnan i Norðurlondum

 

Kristin Larvansdóttir eftir Sigrid Undset (no)
Pippi fer um borð eftir Astrid Lindgren (se)
Ronja Ránsmannadóttir eftir Astrid Lindgren (se)

 

Jonas Wilén (ax)
2006 M:orðið í Norði

 

Grafarþögn eftir Arnaldi Indriðasons (is)
Frode eftir Ole Lund Kirkegaard (dk)
Är du feg, Alfons Åberg? eftir Gunillu Bergström (se)

 

Karin Mårtensson (se)
2005 Á ferð í Norðurlondum

 

Nils Holgerssons og sjáldsama ferð hansara gjøgnum Svøríki eftir Selmu Lagerlöf (se)

 

Ilon Wikland (ee)
2004 Einaferð var tað í Norðurlondum

 

Mishátti dunnuungin  eftir H.C Andersen (dk)
Det utroligste eftir H.C Andersen (dk)

 

Flemming B. Jeppesen (dk)
2003 Havið & Norðurlond

 

Garman & Worse eftir Alexander Kielland (no)
Anngannguujuk - pojken som blev bortrövad
eftir H. C. Petersen Kistat Lund (gl)

Rita Jokiranta (ax)
2002 Norðurlond hava orðið

 

De stumma gästerna eftir William Heinesen (fo)
Tað ósjónliga barnið og aðrar søgur eftir Tove Jansson (fi)

Edvard Fuglø (fo)
2001 Orð & Tónar í Norðurlondum

 

Fjäriln vingad syns på Haga eftir Carl Michael Bellman
Svantes lykkelige dag eftir Benny Andersen
Pepparkakebakersang eftir Thorbjørn Egner

 

Øivind S. Jorfald (no)
2000 Barnið í Norðurlondum

 

Emil í Lønnibergi eftir Astrid Lindgren (se)


Björn Berg (se)
1999 Sagnir og søgur fyrr og nú

 

Väinömöinens nya kantele úr Kalevala (fi)
Råttan i pizzan eftir Bengt af Klintbergs (se)

 

Heikki Peron (fi)
1998 Humor í Norðurlondum

Ormur Reyði eftir Frans G Bengtssons (se)

Auður Björnsdóttir (is)
1997 Orðið í Norði

Egill Skallagrímssons søga (is)

Auður Björnsdóttir (is)