Jól í Norðurlondum
Tey flestu verða spent, tá tey hoyra orðið
"jól". Hiti, hugni og samvera. Einsemi, sorg og ein kensla
av at vera uttanfyri. Vætturin, jólamatur og
gávur. Sjálvt orðið "jól" stavar
frá norrøna orðinum "jól", sum var
heitið á tí stóru, norðurlendsku
hávetursveitsluni fyri at halda
vetursólstøðu. Gomul fólkatrúgv vil
verða við, at ikki verðsligar verur vaknaðu til
lívs jólakvøld, meðan tað í
kristnari trúgv er bundið saman við Jesu
føðing. Kanska er tað hetta gátuføra
og allar tær ymsu væntanirnar, sum gera jólini
til eitt spennandi evni í bókmentunum? Tí
uttan mun til um vit halda jól ella ikki, er onki sum
vanligt í Norðurlondum, tá í kalendarin
nærkast endanum av desember.