DRÁPSMANSAPAN - JAKOB WEGELIUS

 

Drápsmansapan býður okkum inn í ein fjøtrandi heim, har óloystar morðgátur, ein mannlík apa og gátufør loyndarmál gera um seg. Søgan fevnir um eitt myrkalagt havnarlag í Lissabon, tey stóru heimshøvini og til ómátaligu glæsiligu hovini hjá teimum indisku maharajunum frá eini farnari tíð.

 

Citattegn Eg lenaði meg ímóti skorsteininum og hugdi út yvir tann stóra býin. Túsundtals ljós glitraðu í tí svørtu náttini. Tað kundi havt sæð trygt og og vinarligt út. Men ikki fyri meg. Eg var einsamøll nú. Vandarnir lúrdu allastaðni". Apa

 

Drápsmansapan er framhald av tí nógv róstu Ótrúliga søgan um Sally Jones. Hesaferð er tað apan Sally Jones, ið sigur frá søguni, Á skrivimaskinu síni frá 1908 skrivar hon um, hvat henni hevur verið fyri. Søgan er søgd sum ferðafrásøgn og sum detektivarbeiði við nógvum persónum, og sum í øllum kapitlum byrjar við fantasiríkum svørt-hvítum myndum, ið lýsa huglagið. Umborð á farmaskipinum Hudson Queen gjøgnum Fjareystur, yvir víttfevnd breiddarstig og vandamiklar siglingarleiðir, fær lesarin lut í søgum um myrk loyndarmál, gramleika og ondskap, óvæntað vinalag, vón, fyrigeving og semju.

 

Drápsmansapan fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015.