Ársins bókmentir

Á hvørjum ári verður skipað fyri Norðurlendskari bókmentaviku, har dentur verður lagdur á tríggjar úrvaldar bøkur til at lesa upp. Bøkurnar endurspegla ársins evni, og eru ætlaðar trimum ymsum aldursbólkum. Í ár hava vit valt tríggjar skandinaviskar klassikarar. Til lurtararnar millum 5-11 ár hava vit valt vælumtóktu barnabókina Pippi heldur føðingardag, ið svenski rithøvundurin Astrid Lindgren hevur skrivað. Heimurin hjá Suffíu, ið vakti altjóða ans, og sum norski rithøvundin Jostein Gaarder hevur skrivað, egnar seg væl til lurtarar í aldrinum 12-17 ár. Til tey vaksnu hava vit valt ta tíðarleysu søguna Gestaboð Babettu eftir danska rithøvundan Karen Blixen.


Sólarris, ið er løtan, tá lisið verður upp fyri børnum og ungum, verður hildin um níggjutíðina á morgni. Kl. 19 um kvøldið halda vit Skýmingarløtu við upplestri fyri teimum vaksnu. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast til eftir tørvi.


Nakað undan bókmentavikuni 11.-17. november fara brot úr øllum trimum bókum at liggja tøk á heimasíðu okkara fyri teir stovnar, ið hava skrásett seg. Brotini verða tøk á øllum teimum norðurlendskum málunum og vera hvør uml. 30 minuttir drúgv.

 

Trýst á permuna og les meira um ársins bøkur til upplesturin.

 

PippiSofies VerdenBabettes