Tá ið Emil helt ta stóru veitsluna og fangaði Grussuna í veiðigrøvini
Í ár hevur Emil skapað afturkenning og látur í 60 ár. Universið, sum Astrid Lindgren hevur skapað rundan um Emil, er blivið ein partur av norðurlendska mentanararvinum. Kanska er tað tí, at bæði vaksin og børn kenna seg aftur í Emili og hinum fólkunum, sum búgva á garðinum Kattholti?
"Skálkabragd finnur man ikki uppá, tey verða
bara til. Og at tað var eitt skálkabragd, tað veit
man ikki fyrr enn aftaná."
Tí hvat ger man, tá man sjálvur hevur
nógvan mat, ímeðan onnur ongan mat hava. Hvat
hevði tú gjørt? Emil er í øllum
førum sannførdur um, hvat er tað rætta at
gera, tá hann fer av stað við øllum
jólamatinum á sletuni saman við Idu og Alfredi.
Ta etisku kumpassina hjá Emil kann ongin siga, nakað er
galið við, men so var tað hetta við at
síggja fylgjurnar av sínum gerðum. Fylgjur eru
ikki altíð líka lættar hjá einum
barni at skilja, sum fær nýggj innskot og verður
ávirkað alla tíðina. Tann bókmentaliga
veran Emil er ein fagnaður av barnsins hugsanarhátti og
spæli, sjálvt um pápin verður illur og
jagstrar Emil inn í verkstaðin stútt og
stadugt.
Í hesum partinum av Emili í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd vísir Emil sannan jólaanda - til gleði fyri tey fátæku og gremjan frá foreldrunum. Tú kanst velja at lesa allan partin ella ein part frá síðu 94-114.
Um tú velur at lesa hetta, sum vit skjóta upp, skalt
tú fáa eitt lítið referat av
søgugongdini: Tað er um heystið á Kattholti,
og Emil og familjan eru í ferð við at gera
klárt til tann kalda veturin. Pápi Emil bøtir
um skógvar, mamman spinnur tógv, og Lina og
Berja-Meya karða ull (sum er ein fyrireiking til at gera
tógv). Emil og Ida liggja undir borðinum og spæla
við kettuna. Knappliga kemur eitt úlvaýl
úr Emili undir borðinum, tí hann roynir at
sannføra Idu um, at kettan í veruleikanum er ein
úlvur. Berja-Meya fer at siga frá søgum
frá tíðini, tá úlvar
vóru í økinum. Emil ger av at gera eina
úlvafellu fyri at fanga úlvar í. Hann og
Alfred fara at grava felluna, tá hon er liðug,
brúkar hann eina pylsu sum agn.
So fer at kava í Kattholti, og jólini
nærkast. Emil og familjan byrja at stákast til
jóla. Tey gera allan møguligan góðan
jólamat og jólabakstur. Okkurt av matinum gevur mamma
Emil til fátækrahúsið í bygdini.
Fátækrahúsið verður stýrt av
Grussuni, ein grísk og óvinarlig kona.
Hvat hendir aftaná síðu 114?
Grussan kemur heim til eitt tómt
fátækrahús. Tá hon fær at vita, at
fátækrafólkið er farið til Kattholt,
rennur hon aftaná fyri at finna tey. Hon roynir at finna
okkurt at standa á, fyri at hyggja inn gjøgnum
vindeygað. Men tað einasta, hon sær, er ein pylsa.
Vanlukkutíð dettur Grussan í
veiðigrøvina hjá Emili, og áðrenn hann
og Alfred hjálpa henni upp aftur, noyðist hon
viðganga, at hon hevur etið allan matin, sum varð
ætlaður øllum íbúgvunum í
fátækrahúsinum. Kanska hon lærir at vera
minni slúkin í framtíðini?
Mamma og pápi Emil mugu gera alt møguligt fyri at
skipa fyri jólaveitlsuni dagin eftir, tí Emil hevur
jú givið allan jólamatin burtur, sum tey hava
gjørt. Emil situr í verkstaðnum allan dagin.
Mamman skrivar í dagbókina, at Emil er fittur, men at
hann finnur uppá so mangt løgið.
Kunning um rættindi:
Teksturin verður at síggja á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókmentavikuni millum 1.- 19. november 2023. Sambært avtaluni við rættindahavarar er ikki loyvt vaksnum at lata seg í sum ella skipa fyri framsýningum, sum hava nakað við persónarnar hjá Astrid Lindgren at gera í sambandi við lesiløtuna Morgunstund. Lesiløtan skal eisini vera ókeypis fyri luttakararnar. Børn kunnu frítt lata seg í og granska universið hjá Astrid Lindgren, um tey vilja tað. Um man vil binda upplestur saman við øðrum aktivitetum, er tað ábyrgdin hjá tilmeldaða stovninum at syrgja fyri rættindum til hetta. Um ivamál eru, verða fólk biðin um at seta seg í samband við okkum.