Anni Wikberg
Í
Norðurlondum er myrkt í november, tá
bókmentavikan fer av barkastokki. Tá leita vit okkum
lívd mót regni og ruski undir regnskjólinum og
tendra lyktirnar, meðan vit gloyma okkum burtur í
bókum og søgum.
- Anni Wikberg
Myndakonan Anni Wikberg úr Álandi hevur teknað ársins listaverk. Anni, sum er útbúgving á Svenska konstskolan í Nykarleby, hevur sniðgivið frímerki, lýsingartilfar og barnabøkur.
Anni hevur millum annað myndprýtt myndabókina På en trollsländas vingar, ið Ann-Christin Waller hevur skrivað. Bókin var í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2019.