Norðurlanda-kviss
Takið kvissuna niður í word.
1) Hvussu eita tey bæði
vinfólkini hjá Pippi?
2) Hvussu eitur lítla gentan
úr Mumidalinum, ið hevur hárið upp í
knút á skallanum?
3) Í hvørjum Norðurlandi eru
enn virkin eldgos?
4) Hvaðani koma inuittar?
5) Hvat bleiv "hin mishátti dunnuungin"
umskapaður til?
6) Hvussu eita jassarnir, ið halda til inni
í munninum?
7) Í hvørjum
landi/sjálvstýrandi økjum eru flest seyðir
pr. íbúgvar?
8) Hvat land hoyrir Áland undir?
9) Hvørji eru tey trý
Baltalondini?
10) Hvat norðurlendskt mál er í
ætt við estiskt?
11) Í hvørjum Norðurlondum
búgva sámar?
12) Hvørji eru hesi fløggini?
a) b) c)
d) e) f)
g) h) i)
Foto: Erik Christensen, Porkeri (norden.org)
Svar:
1) Tommy og Annika
2) Lítla Mý
3) Ísland
4) Grønland
5) Ein svan
6) Karius og Baktus
7) Føroyar
8) Finnland
9) Estland, Litava, Lettland
10) Finskt
11) Svøríki, Noreg og Finnland
12) a) Danmark b) Grønland c) Ísland d) Noreg e) Svøríki f) Áland g) Finnland h) Sámisku máløkini i) Føroyar