Skýming
Ársins bók til skýmingarløtuna: Andvekur (2007) eftir Jon Fosse
Í Andvekur valla Alida og Asle runt í Bjørgvin, meðan tey leita sær eftir húsi og arbeiði. Alida er komin at eiga, men eingin vil taka ímóti teimum og veita teimum skjól. Støðan gerst alsamt vónleysari, sum tey ganga úti í regninum, meðan myrkur og kuldi legst yvir tey. Við sær bera tey minnini um eina eydnusamari tíð, tá tey hittust á fyrstan tíð og gjørdust góð alt fyri eitt. Men øll minnini eru ikki eydnusom. Gjøgnum afturlit fáa vit innlit í, hvussu hesi bæði eru endað einsamøll í verðini.
Andvekur er fyrsti partur av trípartsbindinum Trilogien, sum Jon Fosse vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 2015. Marna Jacobsen týddi til føroyskt.
Ársins uppskot til upplestur verður lagt her á síðuna frá 27. oktober.