Skugga-Baldur: Sjón


Skugga-Baldur

Í sambandi við at Ísland hátíðarheldur 80 ár sum sjálvstøðug tjóð, lesa vit hesa ferð søgur úr Íslandi.

Skugga-Baldur snýr seg um ein prest og eina revaveiðu, sum samstundis er ein uppgerð við íslendska søgu. Skugga-Baldur er navnið á revinum, sum er myndaður í íslendsku fólkatrúnni, og í skaldsøguni fylgja vit Balduri Skuggasyni og roynd hansara at veiða ein talandi rev.

Tað fáorðaða málið í bókini leiðir tankarnar til íslendsku sagairnar, og tær málandi náttúrulýsingarnar leiða okkum gjøgnum íslendska landslagið, sum spælir ein stóran leiklut í søguni.

Bókin varð heiðrað við Bókmenavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í grundgevingini varð sagt:

"Skugga-Baldur javnvigar hegnisliga á markinum millum poesi og prosa. Skaldsøgan vevar saman motiv úr íslendskum sagnum, romantiskum frásøgukynstri og eina hugtakandi søgu, har nútíðar etiskir spurningar gera seg galdandi."

Sjón er pseudonym fyri Sigurjón Birgir Sigurdsson.

 

Ársins tekstbrot: "I (9. - 11. Januar 1883)" s. 9-24 í føroysku útgávuni frá 2012

Forlag: Sprotin

Týðari: Jákup í Skemmuni

Ársins uppskot til upplestur verður lagt her á síðuna frá 1. november.

Error loading MacroEngine script (file: headerScript.cshtml)