Søgan

  

Norðurlendsk bókmentavika - frá stórætlaðum hugskotum til fastan sið

Norðurlendsk bókmentavika, ið hevur verið ein mentanarverkætlan í meiri enn 20 ár, hevur havt til endamáls at breiða út lesihug, bókmentir og norðurlendskt frásøgukynstur yvir um landamørk. Tað, sum í 1995 byrjaði sum eitt stórætlað hugskot, hevur, sum árini eru liðin, vaksið seg til eitt afturvendandi tiltak, har umleið 165 000 ung og vaksin hava tikið lut.

 

Ein visión um at styrkja tann norðurlendska siðin at siga frá søgum

Í august í 1995 skipaði tann tá nýstovnaði felagsskapurin Föreningen för Nordiska bibliotek fyri einum hugskotsseminarium í Keypmannahavn. Seminariið endaði við einum fundi, har luttakararnir samdust um at arbeiða víðari við hugskotinum um eina felags manifestatión fyri bókasøvn. Ynski var at varpa ljós á norðurlendska siðin um at siga frá søgum og at breiða út norðurlendskar bókmentir í øllum Norðurlondum. Föreningen för Nordiska bibliotek og Föreningarna Norden hittust tí í 1995 og skipaðu ein felags arbeiðsbólk, sum helt fram við ætlanini. Upprunaliga hugskotið, sum verkætlanin byggir á, er tað sama í dag sum í 1995; tá tað er sum myrkast her norðuri hjá okkum, tendra vit kertuljós og savnast fyri at lesa og lýða á søgur úr bókmentunum.


Orðið í Norðurlondum 

1997 varð Norður-lendsk bókmentavika hildin fyri fyrstu ferð, tá undir navninum "Norðurlendsk bókasavnsvika og við søguevninum "Orðið í Norðurlondum". Í dag umsitur Föreninga Nordens Forbund Norðurlendsku bókmentavikuna við fíggjarligum stuðuli frá Norðurlendska ráðharraráðnum. Á hvørjum ári fær verkætlanin holla ráðgeving frá samskipanarbólkinum fyri bókmentavikuna. Í samskipanarbólkinum sita umboð úr øllum teimum norðurlendsku londunum og sjálvstýrandi økjunum. Samskipanarbólkurin hevur stóra ávirkan á valið av søguevninum og bøkurnar til upplesturin.

      Lampeland skole2

     Mynd: Geir Egil Skog      


Upplestur fyri børn og ung í Sólarrisi

Tey fyrstu árini, tá Norðurlendsk bókmentavika varð hildin, og tá undir navninum Norðurlendsk bókasavnsvika, var hon mest ætlað vaksnum. Men í 1999 var søgan um Emil í Lønnibergi vald til upplesturin, og verkætlanin varð víðkað til eisini av fevna um børn. Síðani tá er luttakaratalið millum børn og ung økt fyri hvørt ár, og í dag eru flestu skrásettu stovnarnir til Norðurlendsku bókmentavikuna skúlar.

 

Norðurlendska bókmentavikan røkkur um enn fleiri landamørk

Síðani Norðurlendsk bókmentavika fyri fyrstu ferð varð hildin í 1997, hevur verkætlanin breitt seg út um norðurlendsku landamørkini. Í Baltalondum er tiltakið sera vælumtókt, og í 2016 høvdu meiri enn 1000 skúlar og bókasøvn úr teimum trimum londunum skrásett seg til at taka lut.

 

Í 2016 helt Norðurlendsk bókmentavika 20- ára dag sín við søguevninum "Framtíðin í Norðurlondum". Norðurlendska bókmentavikan fegnast um at kunna líta aftur á nógv góð ár við upplestri og arbeiðir framhaldandi fyri at verkætlanin skal kunna gleða enn fleiri børn og vaksin, ið hava áhuga fyri góðum bókum. Seinastu árini hava alt fleiri dagstovnar teknað seg til Norðurlendsku bókmentavikuna, og vit arbeiða framhaldandi fyri, at sjálvt tey smæstu skulu kunna fáa lut í upplestrinum. Í 2016 hevði Norðurlendsk bókamentavika yvir 2000 stovnar tilmeldaðar við umleið 165 000 luttakarum tilsamans. Stóra undirtøkan vísir at upprunaliga hugskotið frá 1995 enn er aktuelt, og at upplestur er vælumtóktur millum børn og vaksin.


Sí yvirlitið yvir undanfarnu søguevnini og bøkur her.

 

Banner NBV 20 år, uten

 

 

 

Error loading MacroEngine script (file: headerScript.cshtml)