Ársins evni

 

Evnið á bókmentavikuni 2025 er samanhald í Norðurlondum.

 

Evnið er valt í ljósinum av teimum aktuellu avbjóðingunum, sum Norðurlond og heimurin standa yvir fyri í dag, og teimum einastandandi møguleikunum fyri at knýta norðurlendsku bondini tættari bæði søguliga og mentanarliga.

 

Dentur verður ofta lagdur á týdningin av einum góðum samstarvi í Norðurlondum sum ein grundleggjandi fortreyt fyri at standa saman móti avbjóðingum uttanífrá. Kortini er tað umráðandi at undirstrika týdningin av samanhaldi í Norðurlondum sum fortreyt fyri einum góðum samstarvi. Tað er ymiskt, hvussu norðurlendska samanhaldið kemur til sjóndar. Tað kann vera gjøgnum persónlig sambond, felagsskapir í bólkum og breið samstørv tvørturum landamørk.

 

Samanhald merkir at halda saman og at skapa semju. Hetta hevur við sær eina kenslu av felagsskapi, áliti, sambandi og stuðli millum luttakandi partar. Samanhaldið í Norðurlondum er bygt á felagsskapin, sum vit saman vilja taka hond um, og at vit deila virðir, sum líkjast okkara. Samanhald snýr seg um at stuðla hvørjum øðrum - bæði í góðum og tungum tíðum. Tað er bygt á álit og virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Við at seta samanhald á breddan fyri Norðurlendsku bókmentavikuna, vóna vit at skapa rúm fyri, at vit í tekstunum kunnu møtast um samanhaldið landanna millum. Vit vóna, at Norðurlendska bókmentavikan kann vera høvi til at práta um tað, sum bindur okkum saman og til at skapa tættari bond tvørturum landamørk. Tað er okkara vón, at Norðurlendska bókmentavikan vera eitt høvi at tosa um samanhald í Norðurlondum og at kjakast um tað, sum mennir samstarvið í øllum Norðurlondum.

Error loading MacroEngine script (file: headerScript.cshtml)