Ársins bókmentir og evni

 

Vælkomin til Norðurlendsku bókmentavikuna 2022, 14-20. november
Náttúran í Norðurlondum


Náttúran í Norðurlondum er evnið, tá ið lisið verður upp á Norðurlendsku bókmentavikuni í 2022. Alskurin til og tætta sambandið við okkara norðurlendsku náttúru er eitt høvuðseyðkenni við mentan okkara, ikki minst í norðurlendskum frásøgnum og bókmentum. Náttúran í Norðurlondum sameinir okkum, men hon sigur eisini nakað um, hvussu ymisk vit eru, og hvussu stórt ríkidømi er at finna í okkara skýmliga horni av jørðini. Afturlatin mørk hava seinastu tíðina gjørt, at vit ikki eru sloppin at ferðast til suðurlandsstrendur, men hava verið noydd til at halda okkum her, vit eru. Frá eldgosum fyri vestan, jøkulísi fyri norðan, gulum repjuøkrum fyri sunnan til vøtn í túsundatali fyri eystan. Sambandið millum náttúru og menniskja er høvuðsevni í ársins upplestrabókum.

 

Norðurlendska náttúran í ársins upplestrabókum


Myndabókin Møtir tú eini bjørn (Om du möter en björn) er eitt samstarv millum finnlandssvensku Malin Kivelä og Lindu Bondestam, og danska Martin Glaz Serup. Bókin er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022. Søgan byrjar við spurninginum, sum er settur í heitinum, um hvat tú gert, møtir tú eini bjørn, og spurt bæði námsfrøðiliga, men fyrst og fremst skemtiliga hermandi. Bókin viðgerð spurningar um náttúruna sum eitt friðsælt stað, har býarfólk kunnu fara út við soppakurv og heinta soppar, men spyr eisini, hvussu vill náttúran í roynd og veru kann verða?


Vaksnu lesararnir sleppa í ár at hoyra bókina Gleðiboðskapur állana: søgan um heimsins mest gátuføra fisk (Ålevangeliet: berättelsen om världens mest gåtfulla fisk) eftir svenska høvundin Patrik Svensson. Gleðiboðskapur állanna er ein bók um, hvussu állar megna at knýta samband millum ein pápa og ein son, og um hvussu loynidómur álsins kann samanberast við loynidóm menniskjans. Hetta er ein søga um uppruna, lagnu, hvussu tú eigur at liva lívið, og um tann óumberliga og óviðførliga deyðan.