Hetjur í Norðurlondum

 Pippi

Í ár bjóða vit børnum, ungum og vaksum at hitta hetjurnar í bókmentunum, tá skipað verður fyri Norðurlendskari bókmentaviku 2018 við evninum Hetjur í Norðurlondum. Ársins evni fyri Norðurlendsku bókmentavikuni verður brúkt sum savnandi snúningási fyri øllum - alt frá úrvaldu bókunum til upplesturin og til at seta dám á ymsu tiltøkini undir bókmentavikuni.

 

Eitt vælumtókt søguevni í bókmentunum

Hetjan er ein afturvendandi karakterur í norðurlendskum bókmentum, har leiklutur hennara er broyttur sum samfelagsgongdin hevur verið. Hetjurnar hava millum annað  spælt høvuðsleiklutin í frásagnunum úr teimum klasssku íslendingasøgunum, ið vóru niðurskrivaðar í 1200-1300 talinum - til nýggjari bókmentir, har hetjan og antihetjan framvegis mynda rollulistan. Men hvørjar eru hesar hetjurnar í grundini, og hvussu klára tær framvegis at hugtaka norðurlendska lesaran? Hetta eru nakrir av teimum áhugaverdu spurningum, sum ársins luttakarar fáa møguleika at fara í dýpdina við.

 VainoSigudurRøde Maske

Djørv hetja ella ussaligt vittugi

Hetjuleikluturin í norðurlendskum bókmentum er í stóran mun merktur av einum spennandi, tvíkskinni. Tí, hvør kann vera hetja, og hvat er tað, sum ger av, um ein handling ger ein persón til eina hetju at síggja upp til ella til eitt ussaligt vittugi? Í orðabókini verður hetjan lýst sum ein persónur, ið verður virdur fyri sínar djørvu og ærumiklu gerðir. Í bókmentunum eru tó fleiri sløg av hetjum, og í nútíðar bókmentum er tað í stóran mun antihetjan, ið hevur ein týðandi bókmentaligan leiklut og sum bjóðar siðbundnu lýsingini av hetjuleiklutinum av.

 

Hetjurnar í ársins upplestrarbókum

Ársins upplestrarbøkur til Norðurlendsku bókmentavikuna endurspegla allar evni Hetjur í Norðurlondum, tá vit í bókunum møta ymiskum persónum, ið onkursvegna hava hetjuleiklutin.

Í barnabókini Handbok för superhjältar, ið Elias og Agnes Våhlund hava skrivað, hitta vit Lisu, ið verður happað av nøkrum dreingjum í skúlanum. Ein dagin tá Lisa fjalir seg inni á bókasavminum fyri nøkrum dreingjum, fær hon eyga á eina løgna bók, sum broytir alt. Henda bókin sendur nevniliga Lisu á eina ferð til at gerast superhetjan "Reyða maskan". Í ungdómsbókini Tey, ið ikki eru til, ið norski Simon Strange hevur skrivað, hitta vit Emiliu, ið er komin í eina óvæntaða støðu, har moralur hennara kemur at standa sína roynd í spurninginum um hvat sum er rætt og hvat er rangt. Tí hvat er rættast at gera, tá pappírsleysur flótt knappiliga bankar á dyrnar? Skaldsøguna Íslenskir kóngarhevur Einar Már og er eitt savn av garvillum søgum um ta uppspunnu Knudsen-ættina, sum vit fylgja frá 1700-talinum og fram til dagin í dag. Í bókini bjóðar Einar Már tí siðbundnað hetjuleiklutinum av, og gevur í staðin nøkrum tápulingum leiklutin sum íslendskar hetjur.

 Mann på hest